Hvat er sambandið ímillum rúsmisnýtslu og ADHD?
- Visti tú av, at fólk við ADD og ADHD eru í størri vanda fyri at misnýta rúsandi evni og gerast bundin av teimum?
- Og visti tú av, at 26% av teimum, sum leitaðu sær viðgerð á Blákrossheiminum í 2021, antin høvdu eina ADHD diagnosu ella fingu hana, meðan tey vóru í viðgerð?
Gransking vísir eitt greitt samband millum uppmerksemisórógv, eins og ADHD, og rúsnýtsluórógv, tað vil siga skaðiliga nýtslu og bundni av rúsandi evnum. Ein stór fólkaheilsulig kanning í 2006 vísti, at 15.2% av teimum við ADHD høvdu eisini rúsnýtsluórógv. Hetta talið er næstan tríggjar ferðir hægri enn hjá teimum, sum høvdu rústrupulleikar, men onga slíka diagnosu. Fólk við ADHD byrja eisini fyrr at rúsa seg, hava lyndi til at rúsa seg ógvusligari, og tað vísir seg at vera truplari hjá teimum at gerast edrú – alt samanborið við onnur, sum eisini hava rústrupulleikar, men ikki ADHD. Sterkari ADHD-sjúkueyðkennini hjá einum persóni eru, størri eru sannlíkindini, at viðkomandi fylgjandi mennir rúsnýtsluórógv.
Men hvussu ber tað til, at samband soleiðis er millum ADHD og rúsmisnýtslu?
Sjálvmedisinering
Ein orsøk er sjálvmedisinering. Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið talan er um ADHD, sum er ódiagnostiserað og óviðgjørt. Rúsandi evni – serliga tey, sum sissa, eins og kannabis – skapa frið í einum annars rastleysum sinni og likami.
Fólk við ADHD kenna seg ofta undirstimbrað í gerandisdegnum. Orsaka av teirra heilaevnafrøði – heilt ítøkiliga manglandi dopamin – skal heilt einfalt meira til, so at hendingar kennast spennandi. Samstundis hava fólk við ADHD tað eisini truplari við sokallaðu “eksekutivu” funktiónini í heilanum. Hetta er parturin av heilanum, sum heldur eyga við og samskipar okkara uppmerksemi, tankar, kenslur og atferð. Hetta merkir, at ein við ADHD bæði kennur størri tørv á sterkum sansaupplivingum, eins og teimum, rúsandi evni kunnu elva til, og sum heild hevur tað truplari við at stýra sær sjálvum. Fólk við ADHD kunnu tí, samanborið við fólk uttan ADHD, kenna seg meira drigin at rúsandi evnum og øllum tí spennandi, sum har til hoyrir, og hava tað truplari við at stýra sær sjálvum og halda seg burtur frá hesi freisting.
Sjálvsvirði
Tá ið ein hevur ADHD, kennist tað eisini truplari at savna seg um uppgávur, sum onnur ikki hava stórvegis trupulleikar at greiða úr hondum – eitt nú í skúlanum, til arbeiðis ella í samband við frítíðarítriv. Av tí sama kunnu fólk við ADHD stríðast við lágt sjálvsvirði og sjálvsálit, og kunnu tey halda seg vera verri enn onnur. Fólk við ADHD kunnu eisini kenna tað trupult at passa inn í sosialar felagsskapir, tí teirra impulsiva og ofta hyperaktiva atferð er øðrvísi enn “vanliga” atferðin hjá teimum uttan ADHD, og tí verður uppfatað sum løgin og óhóskandi. Ofta uppliva tey, heilt frá barnsbeini av, at teirra atferð verður møtt við negativari og revsandi mótsvari. Teirra sosialu sambond, umframt tey við myndugleikar, kunnu tí verða alt annað enn viðurkennandi. Hesir faktorar kunnu spæla inn í samband við skaðiliga rúsnýtslu og bundni. Rúsurin linnar kensluliga pínu í samband við smeitir í lívinum, samstundis sum tað fyri summi kann kennast trygt í einum umhvørvi, sum er eyðkent av rúsmisnýtslu, tí har passar ein um ikki annað inn, hóast ein ikki er sum hini.
Týdningarmikið við diagnosu
Tað er sera týdningarmikið, at tey, sum hava ADHD verða diagnostiserað so tíðliga sum møguligt og koma í munagóða viðgerð við heilivági. Hetta kann millum annað fyribyrgja, at tey seinni í lívinum fara at nýta rúsandi evni á ein skaðiligan hátt ella gerast bundin. Góð viðgerð fyri ADHD kann fyri tey, sum hava ment rústrupulleikar, eisini vera ein treyt fyri góðari rúsviðgerð.
Men tað er ikki minni týdningarmikið, at vaksandi vitanin um sambandið millum ADHD og rúsmisnýtslu, eggjar okkum til uppaftur størri umsorgan fyri teimum, sum stríðast, uttan mun til um tað er við annað ella bæði.
Á Blákrossheiminum er stórt fokus á ADHD. So skjótt, sum búfólk koma í viðgerð, verður spurt um møguliga diagnosu og verður tað av sálarfrøðingum okkara mett sum neyðugt, verður samstarvað við búfólk og Psykiatriska depilin um útgreinan, diagnosu og viðgerð. Seinastu árini eru tað fleiri, sum hava fingið staðfest ADHD, meðan tey hava verið í viðgerð á Blákrossheiminum. Onnur hava tikið fyrstu stigini í hesi diagnostisku tilgongdini, sum av ymsum ávum kann taka langa tíð.
Fyri nógv kann ein ADHD diagnosa geva eina sálarliga kærkomna sjálvfatan, sum leggur lunnar undir at tann, sum stríðist bæði við rústrupulleikar og uppmerksemisórógv, fær aksept og umsorgan fyri sær sjálvum. Hetta er, saman við heilivági, eitt haldgott grundarlag, at byggja eitt nýtt og betri lív á.
Keldur:
Kessler, R. C., Adler, L., Barkley, R., Biederman, J., Conners, C. K., Demler, O., et al. (2006). The prevalence and correlates of adult ADHD in the United States: Results from the National Comorbidity Survey Replication. American Journal of Psychiatry, 163(4), 716–723.
Substance Abuse and Mental Health Services Administration. (2015). Adults With Attention Deficit Hyperactivity Disorder and Substance Use Disorders. Advisory, Volume 14, Issue 3.