770 770

Vit skipa regluliga fyri skeiðum

Niðanfyri sært tú, hvørji eru á skránni í framtíðini.

Skeið í “Prolonged Exposure” (PE)

Hetta skeiðið er ein møguleiki hjá luttakarum at læra at veita PTSD viðgerð. PE viðgerðin gevur góð úrslit í sambandi við klientar við PTSD og komorbidari rúsnýtsluórógv, borderline ella aðrari psykiatriskari líðing.

Skeiðsdagar: 9. – 10. oktober og 23. – 24. oktober 2025.

Skeið í kognitivari atferðarterapi (KAT)

Kognitiv viðgerð er fyrsta val, tá ið tosað verður um tunglyndi, angist, OCD, PTSD og ADHD. Skeiðið fer at snúgva seg um kognitiva háttalagið, og hvussu sálarligir trupulleikar grundleggjandi verða viðgjørdir.

Skeiðsdagar: 5., 6. og 7. novembur 2025.

Útbúgving í dialektiskari atferðarterapi (DAT)

Hetta er ein tvørfaklig útbúgving í dialektiskari atferðarterapi (DAT). Á hesum skeiðinum fáa luttakarar vitan um DAT, og hvussu tað kann brúkast í egnum virksemi.

Skeiðsdagar: 8. – 9. januar, 5. – 6. februar, 5. – 6. mars, 9. – 10. apríl og 7. – 8. mai 2026.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.