Ársfrágreiðingin hjá Blákrossheiminum 2022 er útkomin

Árliga ársfrágreiðingin um virksemið hjá Blákrossheiminum er nú komin. Høvðuspunktini í ársfrágreiðingini eru millum annað: 

Ambulanta virksemið hjá Blákrossheiminum veksur

Fleiri og fleiri fólk leita sær ambulanta viðgerð frá Blákrossheiminum. Sokallaða útiviðgerðin er meira smidlig og tørvur er ikki á, at seta fleiri vikur og mánaðir av eins og við inniviðgerðini, men einans nakrar tímar um vikuna. Persónurin, sum luttekur í útiviðgerð, fær raðfest og skipað sín gerandisdag eins og vanligt. Viðgerðin er bygd á DAT háttalagið og er skipað í ymiskar bólkar, alt eftir tørvi: 

  • Eftirviðgerð fyri tey, sum frammanundan hava verið í inniviðgerð á Blákrossheiminum
  • Bólkur fyri tey, sum ongantíð hava verið í inniviðgerð
  • Bólkur einans fyri kvinnur
  • Bólkur fyri avvarðandi hjá fólkum við rúsbundni
  • Bólkur fyri ung (eisini kallað DAT ung)

Kynslutfallið á teimum, sum hava verið í viðgerð, er vorðið javnari

Fleiri menn enn kvinnur leitaðu sær viðgerð á Blákrossheiminum í 2022. Soleiðis hevur tað verið í nógv ár. Men lutfallið millum kynini er støðugt vorðið javnari. Kynslutfallið í 2022 var 60% menn og 40% kvinnur. Hetta kemst fyrst og fremst av, at fleiri kvinnur koma í viðgerð umvegis ambulantu útiviðgerðina. Tað er eisini soleiðis, at lutfalsliga fleiri kvinnur luttaka í bólkunum fyri avvarðandi og javna soleiðis kynslutfallið tilsamans út. 

Miðalaldurin á teimum, sum hava verið í viðgerð, er vorðin lægri

Umframt at ambulanta útiviðgerðin røkkur fleiri kvinnur, røkkur hon eisini fleiri yngri fólkum. Serskilda ungdómsviðgerðin, DAT ung, vendur sær til 15-25 ára gomul. Tveir sálarfrøðingar arbeiða burturav í DAT ung. Miðalaldurin á teimum, sum hava leitað sær viðgerð á Blákrossheiminum, er fallin støðugt seinastu árini og var hann í 2022, 41 ár. 

Ung misnýta oftari rúsevni enn eldri, og 2022 misnýttu ung rúsevni í størri mun enn frammanundan

Samanbera vit rúsmynstrini hjá ungum og eldri, so sæst, at ung misnýta rúsevni í størri mun enn alkohol, samanborið við eldri. Hjá teimum eldri er alkohol mest misnýtta evni. Bara 26,5% av teimum ungu søgdu seg einans misnýta alkohol, meðan 71% av teimum eldru halda seg til alkohol. Líka yvir 44% av teimum ungu søgdu seg í 2022 hava eina blandingsmisnýtslu, sum fevndi um alkohol, heilivág, hash og narkotisk rúsevni. Árini frammanundan hevur hetta talið verið minni. Í 2021 var tað t.d. 21% og í 2020, 26%. 

Blákrossheimið góðkent sum viðgerðarstovnur av Heilsutrygd

Heilsutrygd góðkendi í 2022 við støði í nýggjari lóggávu á økinum og uttan átalu Blákrossheimið sum stovn, ið veitir rúsviðgerð. 

Blákrossheimið kom væl ígjøgnum eftirlitsvitjan frá Landslæknanum

Tann 24. mai í ár var landslæknin á eftir­litsvitjan á Blákrossheiminum og gekk hetta væl. Nakrar tillagingar skulu gerast, men Blákrossheimið kann ótarnað halda fram við okkara virksemi, har vit bæði bjóða avrúsing og tera­peutiska viðgerð. 

Leiðaraskifti

Í summar legði Jütta J. Olsen frá sær sum leiðari á Blákrossheiminum. Hon byrjaði at arbeiða á stovninum sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2007 og var í 2018 sett sum leiðari. Søkt verður eftir nýggjum leiðara í komandi ár. Fyribils virkandi leiðari er Leivur á Lakjuni, sálarviðgerði. 

Ársfrágreiðingin fyri árið 2022 hjá Blákrossheiminum kann takast niður og lesast á heimasíðuni hjá stovninum.