Datvarpið 11 – Hvussu kanst tú uppliva fleiri jaligar kenslur (langtíðar)?

Eitt er at savna sær jaligar kenslur stutttíðar. Men vit kunnu eisini innrætta okkara lív langtíðar soleiðis, at vit uppliva jaligar kenslur oftari. Tað gera vit við at raðfesta virðir og meining í tí, vit gera og í sambandinum, vit hava við onnur.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.