Datvarpið 16 – Hvussu radikal aksept kann hjálpa

Tá ið vit líða órætt ella okkurt annað hendir, sum skapir sálarlíðing, so er tann mest effektivi mátin at radikalt akseptera veruleikan, júst sum hann er. Tí við radikalar aksept bæði viðurkenna vit, at lívið er vert at liva, eisini hóast tað inniheldur pínu, og fáa vit neyðuga innlitið í veruleikan, so vit kunnu gera effektivar broytingar.

Gestur í Datvarpinum er Leivur á Lakjuni, sum er sálar- og DAT viðgerði á Blákrossheiminum.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.