Datvarpið 17 – Uppmerksemi kann broyta títt lív (ella ikki)
DAT snýr seg um tvey ting: broyting og aksept. Hvat hava vit tørv á at broyta, og hvat hava vit tørv á at hava aksept yvirfyri? Og hvussu gera vit so tað? Fyrsta stigið er uppmerksemi. “Hvat” uppmerksemisførleikin snýr seg um hvussu vit kunnu vera meira til staðar í okkara innara og uttara lívi, og soleiðis finna effektivar loysnir uppá okkara sálartrupulleikar.
Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.