Datvarpið 20 – Spurningar og svar

Í hesum partinum svara Birna og Arni spurningum frá lurtarum.

  • “Hvør er tykkara yndis og minst yndis DAT førleiki?”
  • “Hvat er meiningin í lívinum fyri tykkum? Hava tit nakað ráð til hvussu man kann finna meining í lívinum?”
  • “Hvat skal eg gera tá eg eri millum vinirnar og teir rúsa seg og teir siga at tað burdi eg eisini? Teir siga, at eg heilt sikkurt fari at dáma tað og at tað hjálpir mær tá eg havi angist. Eg eri bangin fyri at um eg ikki eisini geri tað, so fara tey ikki at tíma meg og hvat skal eg so gera? Eg havi ikki mega nógvar vinir.”
  • “Kunnu tit tosa eitt sindur um “ikki døma“? Tað virkar nokkso abstrakt fyri mær, tí at dómur er ein viktigur máti at føla eftir hvussu man skal uppføra seg.”

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.