Datvarpið 21 – Um kensluregulering

Kensluregulering er eitt av førleikamodulunum í DAT. Við júst hesum førleikunum kunnu vit vinna fram til eitt stað, har pínufullar og óhjálpsamar kenslur ikki stýra okkum longur. Í hesum partinum greiða Birna og Arni frá hvat kenslur eru og hvat vit kunnu brúka tær til.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.