Datvarpið 24 – Grundkensla: Vreiði (við Súsonnu Skaale)

Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna og ein gestur eftir grundkensluni vreiði.

Gestur í hesum partinum er Súsanna Skaale, sum er sálarfrøðingur í Øll hava rætt til góð barnaár, tilboðnum, sum Blái krossur Føroya hevur til rúsavvarðandi børn, ung og familjur.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.