Datvarpið 26 – Grundkensla: Kærleiki (við Ranvu Knudsen)

Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni kærleiki.

Gestur í hesum partinum er Ranvá Knudsen, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í Øll hava rætt til góð barnaár, tilboðnum, sum Blái krossur Føroya hevur til rúsavvarðandi børn, ung og familjur.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.