Datvarpið 29 – Keðilig jól (við Casper Aaen)
Jólini kunnu vera avbjóðandi. Tað kunnu aðrar høgtíðir eisini vera, tí tað verður væntað, at vit eru saman við okkara familjum og øll eru glað og fróð og góð. Hvørjar DAT førleikar kunnu vit brúka, tá ið høgtíðin er trupul at handfara sálarliga?
Í hesum partinum av Datvarpinum tosa Birna og Arni við Casper Aaen um hendan spurningin. Umframt at vera ein royndur sálarfrøðingur, sum hevur arbeitt við DAT í nógvum ymiskum samanhangum bæði í Danmark og Norra, so er tað Casper, sum hevur lært viðgerðarnar á Blákrossheiminum upp í DAT. Tað var í samband við eitt skeið av slagnum, at Casper var í Føroyum og høvið var at gera samrøðu við hann.
Heimasíðan hjá Casper Aaen er her.
Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.