Datvarpið 33 – Grundkensla: Svartsjúka (við Ann-Britt Mortensen)

Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni svartsjúku.

Gestur í hesum partinum er Ann-Britt Mortensen, sum er sosialráðgevi og leiðari í Kvinnuhúsinum. Hon hevur útbúgving í kognitivari og positivari sálarfrøði..

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.