Datvarpið 36 – Hvat skal eg gera við mína vreiði?

Tá ið tú upplivir og vilt regulera vreiði, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín vreiði til fakta, og er tað effektivt at geva míni vreiði rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera vreiði.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.