Datvarpið 4 – Hvussu steðgar tú eini kreppu áðrenn hon blívur ov stór?

Kensluligar kreppur er tá ið negativar kenslur blíva ovurhondsstórar og vit fáa hug at gera ting, sum gera alt verri. Tá er tað týdningarmikið at brúka DAT-førleikar. Júst hesin snýr seg um at steðga og hugsa seg um.

S – steðga tí, tú gert
T – traðka eitt stig aftur
– eygleið støðuna, tú ert í
G – ger tað, sum er mest effektiv

Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.