Datvarpið 9 – Hvussu metir tú um fyrimunir og vansar við tí, tú hevur hug at gera?

Sterkar kensluligar kreppur leggja upp til atferð. Kreppuatferð er ofta skaðilig og ger alt verri. Tað er týdningarmikið, at meta um fyrimunir og vansar við at gera, sum kreppan sigur. Og somuleiðis við ikki at gera, sum hon sigur og heldur at halda út.

PDF – Fyrimunir og vansar krossskipan – At prenta út ella tekna av.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.