Datvarpið (S2E10) – Bygg títt dugnasemi upp

Fyri at økja títt kensluliga mótstøðuføri, so kanst tú byggja títt dugnasemi upp. Tað vil siga, at tú vinnur á lutfalsliga truplum avbjóðingum, sum ikki nýtast at hava nakað beinleiðis við tínar sálarligu avbjóðingar at gera. Á hendan hátt kanst tú skapa tær eina kenslu av dugnasemi og sjálvsáliti, sum tú kanst hava við tær, tá ið tú upplivir og handfer truplar kenslur.

Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo