Datvarpið (S2E13) – Vís kensluni í løtuni ans

Tá ið vit føla eina kenslu, nýtast vit ikki at gera sum hon sigur. Ei heldur nýtast vit at handfara hana beinleiðis. Vit kunnu bara vísa henni ans og leggja merki til, hvussu hon vísur seg í løtuni, vit uppliva hana. Síðani kunnu vit lata hana fara av sær sjálvari. Soleiðis vísa vit kensluni í løtuni ans.

Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.