Datvarpið (S2E4) – Um kensluregulering
Hvat kunnu vit brúka kenslur til? Tað er spurningurin, nú vit byrja at hyggja uppá kensluregulering. Sambært Arna, snúgva kenslur seg um drívmegi til atferð, samskifti við onnur og samskifti við okkum sjálv. Tað er altíð ein hending, sum skapar eina kenslu – og kensluregulering snýr seg um spurningin, hvussu beinleiðis sambandið millum hending og kenslu er.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.