Datvarpið (S2E6) – Ger ímóti kensluni fyri at broyta hana
Tað er eitt greitt samband millum kenslur og atferð. Men sambandið gongur eisini hinvegin, frá atferð til kenslur. Tú kanst regulera tínar kenslur, við at eyðmerkja, júst hvat tær vilja at tú skalt gera, og síðani gera tað øvuta – allan vegin, umaftur og umaftur.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.