Datvarpið (S3E4) – Hvussu-førleikar (endursending)
Uppmerksemisførleikin, sum vit kalla fyri Hvussu-førleikan, snýr seg um, hvussu vit skulu vera uppmerksom um tað, sum vit við Hvat-førleikunum eygleiða, lýsa og luttak í. Tað gera vit við ikki at døma, at vera uppmerksom um eitt í senn og við at vera effektiv.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.