Datvarpið (S3E5) – Hvat eru kreppuførleikar?
Ein kreppa er tá ið vit uppliva serstakliga sterkar kenslur í eina lítla løtu og geva vit eftir, so luttaka vit í atferð, sum er skaðilig fyri okkum sjálv og onnur. Tá ið vit hava tað trupult sálarliga, er tilveran eyðkend av nógvum kreppum í samband við hendingar, persónar og kenslur. Kreppuførleikar hjálpa okkum við at vinna á okkara kreppunum og halda út – so kunnu vit hugsa klárt og leggja ætlanir aftaná, tá ið kreppan er farin framvið.
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.