Datvarpið (S3E6) – STEÐG-førleikin
Tá ið vit uppliva eina kreppu, hjálpir STEÐG-førleikin okkum at steðga upp og hugsa okkum um. STEÐG stendur fyri:
S – Steðga tí, tú gert
T – Traðka eitt stig aftur
EÐ – Eygleið støðuna, tú ert í
G – Ger tað, sum er effektivt
Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.