Datvarpið (S3E7) – Fyrimunir og vansar

Tá ið vit uppliva eina kreppu, er tað týdningarmikið, at vit finna okkara Vísa (og Klára) sinnið fram og hugsa um avleiðingarnar, sum standast av at geva eftir og gera, sum kreppan leggur upp til. Hvørjir eru fyrimunirnir? Og hvørjir eru vansarnir? Bæði við at gera, sum kreppan leggur upp til og við at halda út.

Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til ⁠arni@blakross.fo⁠.