Datvarpið 12 – Vísa sinnið

Vit hava kenslur og vit hava skynsemi. Tá ið kenslurnar stýra okkum, eru vit í okkara kenslusinnið. Og tá ið skynsemið stýrir okkum, eru vit í okkara skynsama sinnið. Ynskja vit at velja effektivar loysnir og betra um okkara sálarheilsu, hava vit tørv á eini javnvág millum kenslusinnið og skynsama sinnið. Hetta kalla vit í DAT vísa sinnið. Og tað er tað, sum hesin førleikin snýr seg um.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.