Datvarpið 3 – Hvussu kanst tú fáa meira frið við tínar kenslur?

Onkuntíð uppliva vit sterkar og pínufullar kenslur. Blívar tær for stórar og pínufullar, kunnu tær menna seg til eina kreppu, sum kann fáa okkum at gera støðuna uppaftur verri.

Ein máti at klára seg ígjøgnum eina kreppu er at brúka alduførleikan. Við hesum førleikanum vísir tú tínum kenslum ans, júst soleiðis sum tær eru. Tað minkar um hvussu sterkar tær eru.

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.