“Sýrutripp”, ein rúsfríur kokkteyl
Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva aftur í ár um tiltak við uppskoti til ársins leskiliga summardrykk uttan alkohol. Nýggi drykkurin smakkar av føroyskum summari og kann lættliga gerast við sýrum úr føroysku náttúruni – og drykkurin hevur tí fingið navnið Sýrutripp.
Gutti Winther hevur gjørt ársins leskiliga rúsfría summardrykk, ið eitur Sýrutripp. Drykkurin er lættur at gera og inniheldur sýrur, ið finnast allastaðni í føroysku náttúruni, vatn, flormelis, lime, brúsvatn og ísterningar. Og vit skulu heilsa og siga, at hann smakkar sera væl.
– Vit møta nógvum fólki, ið ynskja onnur rúsfrí alternativ enn sodavatn, tá onnur rundan um borðið sita við einum fínum kokkteyl, sigur Lív Justinussen, samskipari av Liv Lívið átakinum hjá Bláa Krossi Føroya. Vit vóna, at skeinkistøð, matstøð og veitsluvertir hugsa um tey mongu, sum ikki drekka alkohol – og at ung sum heild royna seg í at gera ein leskiligan rúsfrían drykk úr føroysku náttúruni.
Vegleiðingina til hvussu tú kanst gera tín egna Sýrutripp finnir tú her.
Samstarvið millum Bláa kross Føroya, Ráðið fyri ferðslutrygd og Gutta Winther byrjaði annars í fjør og tá æt kokkteylurin ein Heilt appelsinfríur. Les meira um hann her.