24 fólk fingið prógv í DAT

Í vetur hevur Blákrossheimið skipað fyri útbúgving í Dialektiskari atferðarterapi, eisini stytt DAT.

Undirvísari hevur verið Casper Aaen, sum er løggildur sálarfrøðingur og arbeiðir dagliga á sjúkrahúsinum í Glostup við brúkarum, sum hava persónligheitsórógv. Hann undirvísir regluliga fakfólki í DAT.

DAT er eitt vísindaliga viðurkent sálarfrøðiligt háttalag, sum verður brúkt í nógvum ymiskum viðgerðarhøpum. Skeiðið varð ætlað fakfólki, sum arbeiða við menniskjum og ynskja grundleggjandi sálarfrøðiligar førleikar til at skilja og viðgera sálarlíðing (eitt nú stuðlar, rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, psykologar og læknar).

Viðgerðin, sum Blákrossheimið veitir fyri rúsnýtsluórógv, byggir á DAT háttalagið.

Seinasta vikuskiftið varð hetta skeiðið so liðugt. 24 luttakarar vóru við, umboðandi nógvar ymiskar stovnar í Føroyum. Skeiðið varð hildið í stásiligum og væl hóskandi hølum í Hilton Garden Inn.

Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni er sjúkrarøktarfrøðingur á Blákrossheiminum og var ein av luttakarunum á skeiðinum. Hon var glað fyri skeiðið.

“Eg segði tað við Casper, at tað var sum allir prikkarnir fullu uppá pláss,” sigur hon. “Eg kenni sjálvandi DAT frá mínum arbeiði á Blákrossheiminum, men takkað hesum skeiðinum havi eg fingið betri innlit í vitanina aftanfyri DAT.”

Umframt vitan og ástøði, fingu luttakararnir á skeiðnum møguleika at royna seg við DAT førleikum, bæði við rolluspæli og heimaarbeiði.

“Hetta hevur ment meg og eg kenni meg meira dugnasama. Eg haldi eg dugi betri.”

“Hetta hevur givið mær konkret amboð til mítt dagliga arbeiði,” sigur Armgarð at enda.

Støðan hjá Rannvu Sloan Jørgensen var eitt sindur øðrvísi enn hon hjá hinum luttakarunum. Rannvá arbeiðir sum sálarfrøðingur á psykiatriska deplinum, har tey longu brúka DAT.

“So hetta var ikki ókent tilfar fyri meg,” greiðir hon frá. “Tað var á ein hátt endurtøka av ymiskum, sum eg longu visti. Men tað var góður íblástur! Casper kom við góðum dømum og venjingum um hvussu man kann brúka DAT. Skeiðið var ein góð áminning, at halda fast við háttalagið.”

“Eg hugsaði, at hetta farið eg beint út at royna,” tekur hon saman um.

Blákrossheimið fer aftur at skipað fyri útbúgving í DAT í heyst komandi ár. Umframt tað, verður eisini skipað fyri útbúgving í PE (Prolonged Exposure) traumaviðgerð í 2022, har Casper Aaen eisini kemur at undirvísa.

Nærri verður at hoyra um hesi komandi tiltøkini á hesi heimasíðuni.