Ambulant viðgerð í summar

Blákrossheimið hevur fleiri góð, ambulant viðgerðartilboð í summarfrítíðini. Hesi tilboð eru til bæði fólk við rúsnýtsluórógv – bæði eldri og yngri – og til avvarðandi.

Ambulanta viðgerðin er ókeypis og krevur ikki innskriving á Blákrossheiminum, men inniber ístaðin førleikamennandi og terapeutiskar samrøður, antin einstaklingasamrøður ella í bólki.

Ambulanta viðgerðin kann fyri summi virka sum eftirviðgerð. Tað vil siga, at talan kann vera um viðgerð til fólk, sum frammanundan hava verið í døgnviðgerð, og síðani vilja halda fast við síni framstig.

Ambulanta viðgerðin er eisini til tey, sum av eini ella aðrari orsøk ikki ynskja sær døgnviðgerð. Hetta kann vera tí, at rúsnýtsluórógvið enn ikki er vorðið so álvarsamt, og tørvur tí ikki er á døgnviðgerð, ella tí at gerandisdagurin ikki loyvir tí. Ein av ambulantu viðgerðarbólkunum er einans fyri kvinnur og ein annar einans fyri sjómenn.

Eisini skipa vit fyri ambulantari viðgerð fyri avvarðandi familjulimum.

Ambulanta viðgerðin gongur fyri seg bæði á Blákrossheiminum á Nesi og í Tórshavn.

Les nærri um ymisku tilboðini niðanfyri.

Rúsnýtsluórógv

Rúsnýtsluórógv, bólkaviðgerð, Tórshavn, mánadagar kl. 13.30-15.30
Bólkaviðgerð til menn og kvinnur. Bólkurin byrjar í viku 37. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.

Rúsnýtsluórógv, bólkaviðgerð, Nes, týsdagar kl. 13.15-15.00
Bólkaviðgerð til menn og kvinnur. Bólkurin byrjar í viku 37. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.

Rúsnýtsluórógv, bólkaviðgerð fyri kvinnur, Tórshavn, hósdagar kl. 09.00-11.00
Bólkaviðgerð til kvinnur. Bólkurin byrjar í viku 37. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.

Rúsnýtsluórógv, bólkaviðgerð fyri sjómenn, Nes, mikudagar kl. 10.15 -12.00
Bólkaviðgerð til sjómenn. Bólkurin er alt árið og tekur regluliga nýggjar limir uppí. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.

Ungdómsviðgerð

Ungdómsviðgerð, Tórshavn og Nes 
Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum vendir sær til ung í aldrinum 15 til 25 ár, sum hava rúsnýtsluórógv. Ungdómsviðgerðin heldur til í Tórshavn, men kann eisini ganga fyri seg á Nesi. Tilboðið snýr seg um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð og verður bjóðað gerandisdagar.

Fyri at frætta nærri um ungdómsviðgerðina, ber til at ringja á tlf. 780 778 ella 780 779 ella við at skriva til datung@blakross.fo. Í vikunum 30-33 ber til at venda sær til Blákrossheimið á tlf. 770 770 ella blakrossheimid@blakross.fo, fyri at frætta nærri um ungdómsviðgerðina.

Avvarðandi

Avvarðandi, bólkaviðgerð, Tórshavn, mánadagar kl. 16.30-18.30
Bólkaviðgerð til avvarðandi familjulimir, eitt nú makar, foreldur og vaksin børn og systkin yvir 35 ár. Bólkurin byrjar í viku 37. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.

Avvarðandi, bólkaviðgerð, Nes, hósdagar kl. 10.15-12.00
Bólkaviðgerð til avvarðandi familjulimir, eitt nú makar, foreldur og vaksin børn og systkin yvir 35 ár. Bólkurin byrjar í viku 37. Tilmelding fer fram við at ringja á 770 770 ella skriva til blakrossheimid@blakross.fo.