Heilsu- og orkumálaráðið á vitjan á Blákrossheiminum

Í dag, 19. novembur 2026, var Heilsu- og orkumálaráðið á vitjan, við landsstýriskvinnuni, Eyðdis Hartmann Niclasen, á odda.

Við sær hevði hon Bjørgfríð Ludvík, aðalstjóra, og Irenu Nolsøe, fulltrúa.

Tær tríggjar fingu rundsýning á Blákrossheiminum og síðani greiddi Leivur á Lakjuni, sálarfrøðingur og fakligur ráðgevi, frá viðgerðartilboðunum, sum heimið bjóðar. Armgarð á Arnbjarnardóttir Regni, sjúkrarøktarfrøðingur, greiddi eisini frá um avrúsing.

“Vit eru takksom fyri áhugan, sum myndugleikarnir vísa okkum, nú so nógv verður tosað um rúsviðgerð í Føroyum,” sigur Anna D. Háberg, leiðari. “Hetta økið er sera týdningarmikið, tá ið hugsað verður um, hvussu nakrir av teimum mest útsettu borgarunum í samfelagnum hava tað.”