Almenn móttøka fyri Jüttu J. Olsen, 23. juni kl. 15:00
Almenn móttøka verður fyri Jüttu J. Olsen, fráfarandi leiðara á Blákrossheiminum.
Móttøkan verður fríggjadagin 23. juni, frá kl. 15:00 til 18:00, á Blákrossheiminum á Nesi.
Røður verða at hoyra frá Hjalmari Hansen, formanni í nevndini fyri Blákrossheimið, Edvu Jacobsen, aðalskrivara í Bláa krossi Føroya, Alisu Hammer, leiðara fyri fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi, Sverra Steinhólm, formanni í landsnevndini fyri Bláa kross, og Leivi á Lakjuni, virkandi leiðara á Blákrossheiminum.
Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen fara at framføra tónleik.
Høvi verður at bera fram eina heilsan til Jüttu J. Olsen.
Umframt hetta verður ábit.