Ársfrágreiðingin 2021 løgd fram

Ársfrágreiðingin fyri árið í fjør er nú tøk. Les hana her.

Her eru nøkur útvald punkt og hagtøl, sum eru at finna í ársfrágreiðingini.

Ambulant viðgerð
Í 2021 raðfesti Blákrossheimið ambulanta viðgerð á ein serstakan hátt. Í dag hava vit av tí sama fimm ambulantar bólkar, samstundis sum DAT ung hevur tveir ungdómsbólkar fyri 15 til 25 ára gomul. Tilsamans hava vit pláss til 62 persónar í okkara ambulantu DAT bólkum. Sæð burtur frá ungdómsbólkunum, so hava vit havt 93 ymiskar persónar í ambulantu DAT bólkunum hjá okkum. 59 persónar í bólkunum fyri rúsnýtsluórógv og 34 í familjubólkunum.

Í 2021 byrjaði Blákrossheimið eisini eina nýggja viðgerð, ið er ætlað kvinnum burturav. Ein ávís stigmatisering tykist at vera av kvinnum við rúsnýtsluórógv, samanborið við menn við líknandi avbjóðingum. Bólkurin er ætlaður kvinnum frá 18 ár og eldri. Higartil hevur aldursspennið verið millum 38-69 ár. Bólkaviðgerðin er skipað sum eitt ambulant tilboð, og er staðsett í miðbýnum Havn. Innihaldið í viðgerðin er bygt á DAT viðgerðarháttin.

Tilsamans leitaðu 254 fólk sær viðgerð hjá Blákrossheiminum í 2021. Í 2020 var talið 172. Hetta lutfalsliga lága tal var ávirkað av koronastøðuni. Samstundis er vaksið munandi um ambulant viðgerðartilboð. Talið í 2019 var 222.

Rúsandi evni
Aftur í ár sóu vit ein greiðan mun á, hvørjum evnum ung og vaksin ávíkavist rúsaðu seg við. Millum tey vaksnum var tað greitt alkohol, sum var mest útbreitt. Fleiri enn 80% av teimum, sum komu í rúsviðgerð á Blákrossheiminum í 2021, leitaðu sær hjálp fyri alkohol burturav. Bara 24% av teimum ungu drukku einans alkohol. 70% høvdu eina nýtslu, sum sambært hagtølunum snúði seg um alkohol, tablettir, hassj og narko. Royndir vísa, at hassj er tað evnið millum hesi, sum var mest útbreitt.

Kynsbýti
Býtið millum kynini vísir, at størsti parturin av teimum, ið leita sær hjálp í inniviðgerðini á Blákrossheiminum, eru menn. Hyggja vit at tølunum fyri øll tey, ið hava verið í samband við stovnin, bæði í inni- og útiviðgerð, síggja vit, at í 2021 vóru 65% menn og 35% kvinnur. samanborið við ávíkavist 73% og 27% í 2020. Hetta eru tøl fyri bæði ung og vaksin.

Hetta vísir, at lutfalsliga fleiri kvinnur hava verið í viðgerð, serliga í familjubólkinum, og tað, at kvinnubólkur byrjaði í 2021.

Aldursbýti
Miðalaldurin fyri tey, sum leitaðu sær inniviðgerð á Blákrossheiminum var 49 ár. Miðalaldurin fyri tey, sum fingu viðgerð í DAT ung var 19 ár.

Eins og undanfarin ár, legði Blákrossheimið í 2021 dent á, at veita teimum, sum leita sær viðgerð, best møguligu viðgerðina, og áhaldandi at menna hana. Vaksandi áherðsla á ambulanta viðgerð merkir, at viðgerðartilboðið hjá Blákrossheiminum gerst enn meira fjøltáttað og kann tí hugsast, at røkka fleiri fólk enn áður.

Í sínum viðmerkingum í ársfrágreiðingini, sigur Jütta Olsen, leiðari, soleiðis.

“Vanliga virksemið á Blákrossheiminum verður alla tíðina ment, har vit brúka nýggja vitan og gransking innan misnýtsluviðgerð soleiðis, at góðskan á viðgerðini altíð verður hildin á einum høgum og evidensbaseraðum støði.”

“Umframt fakliga støðið, so leggja vit í viðgerðini eisini stóran dent á okkara virðis- og virkisgrundarlag, sum rúmar øllum teimum menniskjum, sum søkja sær hjálp hjá okkum,” leggur Jütta Olsen aftrat. “Vit vita, at hesi menniskju hava ógvuliga ymiska tilgongd fram til tíðina, tá tey søkja sær hjálp.”

Les ársfrágreiðingina her.