Birna í Hjøllum Hentze útgivið grein um DAT og musikkterapi
Greinin, “Musikterapi og dialektisk adfærdsterapi – hvordan kan de komplementere og inspirere hinanden?”, varð prentað í yrkisritinum, Tidsskriftet Dansk Musikterapi. Dansk Musikterapiforening gevur yrkisritið út tvær ferðir árliga.
Birna í Hjøllum Hentze hevur verði sálarviðgeri í ungdómsviðgerðini hjá Blákrossheiminum, DAT ung, síðan 2018. Umframt at verða útbúgvin sum musikkterapeutur á lærda háskúlanum í Aalborg, hevur hon útbúgving í Dialektiskari atferðarterapi.
Birna greiðir soleiðis frá um greinina:
“Eg havi havt áhuga fyri muninum á musikkterapi og kognitivari terapi og hvussu tað kann kombinerast síðani eg var í starvslæru í samband við útbúgvingina. Og sjálvandi hvussu teir ymisku terapihættirnir eru viðkomandi fyri rúsnýtsluórógv. Tað er hetta, greinin hyggur nærri at.
Munurin millum musikkterapi og DAT er at man arbeiðir ymiskastaðni frá í heilanum. DAT arbeiðir “top down” og musikkterapi “bottom up”. Tað vil siga, at man í musikkterapi arbeiðir við nervalagnum og hvussu kensluliga østur klienturin er, áðrenn man síðani arbeiðir við tí kognitiva. Í DAT arbeiðir man kognitivt við kenslum og regulering. Avbjóðingin við tí er, at tað er trupult at læra nakað um nervalagið ikki er regulerað.
Tað er her, at musikkterapi og DAT kunnu hjálpast at og terapeuturin kann ger nýtslu av styrkjunum, háttaløgini bæði hvør í sínum lagi umboða.”
Birna skrivaði greinina saman við Maju Frommelt, sum eisini er musikkterapeut og arbeiðir á KABS Stjernevang, sum er ein viðgerðarstovnur fyri rúsnýtsluórógv í Valby í Danmark.