Blákrossheimið fingið heimasíðu
Blákrossheimið býður tær vælkomnan á nýggju heimasíðuna.
Nú er nýggja heimasíðan hjá Blákrossheiminum tøk á netinum. Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, vísir á týdningin við, at Blákrossheimið hevur eina góða og snøgga heimasíðu: “Hjá okkum á Blákrossheiminum er neyðugt at vera sjónlig á alnetinum. Hetta er ein týðandi partur av okkara sýnisglugga, har fólk kunnu leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og hvat vit annars hava at bjóða.”
Á heimasíðuni hjá Blákrossheiminum ber til at síggja, hvussu viðgerðin hjá okkum er samansett, hagtøl, heimið í myndum, tiltøk, tekna seg til familjuskeiðið og annað.
Olga Magnussen er væl nøgd við nýggju heimasíðuna: “Vit gleðast um at hava fingið eina greiða og snøgga heimasíðu, har lætt er at finna teir upplýsingar, fólk hava brúk fyri.”
Tað er Beak, ið hevur gjørt síðuna.