Datvarpið (S2E8) – Savna tær jaligar kenslur stutttíðar

Hvussu nógv betri hevði tú orkað at følt og regulera neiligar kenslur, um lutfalsliga talið av jaligum kenslum í tínum lívi var størri?

Tað er hetta, sum førleikin “Savna tær jaligar kenslur stutttíðar” snýr seg um. Set tilvitað ymisk góð og stuttlig upplivilsi á skránna, sum kunnu skapa jaligar kenslur fyri teg. Kasta teg útí upplivilsini og kenslurnar við øllum tínum uppmerksemi. Og legg síðani merki til, hvussu hetta byggir teg upp og ger teg meira mótstøðuføran.

Her er listin yvir góðar hendingar.

Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo