Familjuskeiðið flutt eina viku fram
Familjuskeiðið, sum Blákrossheimið skipar fyri og eftir ætlan skuldi vera 29. til 31. oktobur, er flutt eina viku fram. Tað verður sostatt hildið 22. til 24. oktobur ístaðin.
Hetta merkir samstundis, at seinasta freist at tekna seg er hósdagin 15. oktobur kl. 12:00.
Blákrossheimið skipar fyri familjuskeiði nakrar ferðir um árið. Blái Krossur ynskir at bjóða hjálp til avvarandi, ið líða av rústrupulleikunum hjá einum av sínum nærmastu. Tí rústrupulleikar hava eina ávirkan á meira enn bert persónin, ið drekkur ella á annan hátt misnýtir rúsevni. Á skeiðunum siga fólk frá lívi teirra sum avvarðandi og verða fyrilestrar hildnir við sálarfrøðingum, ráðgevum og prestum, samstundis sum avvarandi sleppa at tosa við onnur í somu støðu sum tey. Skeiðið er skipað við fyrsta parti sum 3-daga skeið og síðan við 4 uppfylgjandi døgum ella kvøldum. Skeiðið er hóskvøld og fríggjakvøld frá kl. 18:00 – 22:00 og leygardag frá kl. 08:00 – 14:00.
Les meir um skeiðið við at taka niður hesa .pdf-fíluna.
Melda teg til skeiðið her.