Høvðuspunkt úr ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum 2020

Í dag verður ársfrágreiðingin fyri 2020 hjá Blákrossheiminum latin Heilsumálaráðnum. Samstundis verður hon almannakunngjørd her á heimasíðuni.

Hon kann lesast her.

Millum høvðuspunktini í ársfrágreiðingini kunnu hesi nevnast:

Hagtøl:

  • 172 fólk vóru í viðgerð í 2020.
  • 121 komu einaferð í viðgerð, 42 komu tvær ferðir og 9 komu tríggjar ferðir.
  • 49 høvdu ongantíð fyrr leita sær viðgerð.
  • Miðalaldurin fyri tey, sum fingu viðgerð frá Blákrossheiminum í 2020, var 43 ár.
  • Av øllum teimum, sum vóru í viðgerð á Blákrossheiminum í 2020, vóru 73% menn og 27% kvinnur.
  • Av teimum, sum vóru í viðgerð í DAT ung, sum er fyri ung millum 15 og 25 ár, vóru 63% kvinnur og 38% menn.
  • 66% av teimum, sum vóru í viðgerð frá Blákrossheiminum, vóru einans bundin av alkoholi.
  • Sama tal fyri tey, sum vóru í viðgerð í DAT ung, var 21%.
  • Umleið 75% av teimum ungu, sum leita sær hjálp, rúsaðu seg við øðrum rúsevnum umframt alkohol (eins og hash).
  • Ambulant viðgerð. Blákrossheimið er farið undir meira ambulanta viðgerð. Tað vil siga, viðgerð, sum ikki krevur, at borgarin í síni viðgerðartíð býr á Blákrossheiminum, men heldur møtir upp til undirvísing einaferð um vikuna. Partur av endamálinum við hesum tilboðið er eftirviðgerð fyri tey, ið longu hava verið í viðgerð á Blákrossheiminum. Men tilboðið er eisini fyri tey, hvørs rústrupulleiki ikki er so ógvusligur og tí ikki hava tørv á líka umfatandi viðgerð. Ambulanta viðgerðin er minni tíðarkrevjandi og tí lættari at fáa at passa inn í gerandisdagin.
  • Familjuviðgerð. Familjuviðgerðin, sum Blákrossheimið í nógv ár hevur bjóðað sum skeið, er nú broytt til at vera undirvísing í DAT førleikum hvørju viku.
  • Poddvarp. Blákrossheimið byrjaði í 2020 eitt poddvarp, sum eitur Datvarpið. Datvarpið viðger DAT førleikar og er ætlað bæði teimum, sum hava tilknýti til viðgerðina á Blákrossheiminum, men eisini øllum, sum hava áhuga í betri sálarheilsu. Datvarpið kann hoyrast her.
  • Nýggja heimasíðu. Blákrossheimið fekk í 2020 nýggja heimasíðu. Sniðið er bæði lættari at nýta og meira tíðarhóskandi. Tað er Lunnar, sum hevur sniðgivið.