Datvarpið 2 – Hvussu blívur tú meira stabilur kensluliga?
Tá ið vit eru kropsliga óstabil, so eru vit eisini kensluliga óstabil. Ynskja vit at verða minni stýrd av okkara kenslum, so kunnu vit fara kropsliga til verka. MR SMS er DAT-førleikin, sum hjálpir tær at blíva meira stabilur kensluliga.
M – Motión – Íðka regluliga motión
R – Rúsur – Ikki rúsa teg
S – Sjúka – Tak tær av sjúku
M – Matur – Javnviga tín mat
S – Svøvnur – Javnviga tín svøvn
Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.