Leiðbeining í samband við korona (Dagført 10. des 2021)

So leingi sum tilmælini eru gul, eru hesar leiðbeiningar galdandi á Blákrossheiminum:

Starvsfólk og brúkarar, sum koma inn á Blákrossheimið, skulu vísa galdandi koronapass.

Hetta merkir, at tey skulu vera eitt av fylgjandi:

  • Koppsett
  • Testað negativ innan seinastu 72 tímarnar
  • Hava havt korona

Øll tilboðini, sum Blákrossheimið bjóðar – bæði á Nesi og í Havn – skulu halda seg til hesa leiðbeining. Tilboðini eru:

  • Inniviðgerð á Nesi
  • Ambulant bólkaviðgerð
  • Ambulantar samtalur, eisini metanarsamrøður
  • Familjusamrøður
  • DAT útbúgving
  • PE útbúgving

Haraftrat skulu øll halda seg til almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur, sum t.d. lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk eru savnað.
  • Minst til, altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, eisini tá vit eingi sjúkutekin hava.

Leggur tú merki til sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, ver so heima og lat teg testa so skjótt, sum til ber.

Dagføringar 10. des 2021:

  • Tey, sum koma í ambulantan bólk á Blákrossheiminum, skulu ganga inn sunnanfyri húsið. Tey skulu halda seg í tí endanum og ikki koma saman við øðrum, sum eru í húsinum.
  • Tikið verður ikki ímóti vitjandi í vikuskiftinum.