Starvslýsing: Náttarvakt til Blákrossheimið
Søkt verður eftir náttarvakt á Blákrossheiminum
Blákrossheimið søkir eftir náttarvakt í føstum starvi at byrja 1. juni, ella skjótast tilber.
Uppgávur/arbeiðsøkir:
– Verða um búfólk um náttina
– Vasking og annað fyrifallandi praktiskt arbeið
– Samtalu við búfólk og tey, sum ringja inn um náttina
Vit leggja dent á:
– Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
– Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
– Ágrýtni og fleksibilitet í mun til arbeiðsuppgávur
– At tú ert jalig/ur og hevur góð innlivingarevnir og samstarvsevnir
– Áhuga og hegni at arbeiða við menninskjum
– Evni til at arbeiða sjálvstøðugt
– At tú vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya
Førleikar, sum eru ein fyrimunur:
– At tú hevur ástøðiliga útbúgving
– At tú hevur kunnleika til Dialektiska atferðarterapi (DAT)
– Viðkomandi royndir
Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá 0,7 tíð. Lønin verður ásett smb. avtalu millum Fíggjarmáráðið og Starvsmannafelagið.
Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mai 2022, kl. 12.00.
Byrjað verður í starvinum 1. juni 2022 ella skjótast tilber.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770
Umóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att: Jütta J. Olsen