Starvslýsing: Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Blákrossheimið – DAT-Ung 15-18 ár
Høvuðsarbeiðið er á deildini DAT-Ung hjá Blákrossheiminum, ið er staðsett í Tórshavn. Tó verður ferðing millum høvuðsdeildina, sum er Blákrossheimið á Nesi, og deildina DAT-Ung. Viðgerðin er skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). DAT-Ung er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum verður skipað við m.a. staksamrøðum og bólkaviðgerð. Í DAT-Ung deildini kemur tú at arbeiða saman við einum sálarfrøðingi, og tit eru partur av viðgerðartoyminum hjá høvuðsdeildini.
Vit rokna við, at tú:
- hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri frá hægri lærustovni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð
- hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungum.
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
- vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. desember 2018 kl. 12.00.
Byrjað verður í starvinum 1. Feb. 2019.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770
Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo Att.: Jütta J. Olsen, leiðari