Hagtøl 2025 – Persónar í viðgerð

Í 2025 fingu 165 persónar viðgerð frá Blákrossheiminum. Til samans vóru 237 viðgerðir.

Hetta merkir, at fleiri persónar fingu fleiri enn eina viðgerð. Høga talið kemur eina mest frá ambulantu viðgerðartilboðunum, sum Blákrossheimið bjóðar.

Ambulant viðgerð er viðgerð, har luttakandi regluliga møtast til undirvísing og samtalu, og fara síðani heim aftur til hús. Ambulanta viðgerðin hjá Blákrossheiminum er staðsett bæði á Nesi og í Tórshavn. Døgnviðgerð er hinvegin tá, luttakandi flyta inn á Blákrossheimið á Nesi í tær vikurnar, viðgerðin varðir.

Í ambulantu viðgerðini verður undirvíst í førleikum. Hesir førleikar eru partur av DAT (dialektiska atferðarterapi), sum er terapeutiski viðgerðarhátturin, Blákrossheimið í stóran mun brúkar. Nógvir einstakir førleikar eru og teir verða býttir í fýra bólkar ella modul: Uppmerksemi, sambond (ella relatiónir), kenslur og kreppur. Ein “viðgerð” telur í ambulantum høpi sum luttøka í einum førleikamodul. Í 2025 varð undirvíst í fimm førleikamodulum.

Tá ið tosað verður um døgnviðgerð inni á Blákrossheiminum, telur ein viðgerð sum at luttaka í eini viðgerðartilgongd.

Í hvørgum føri krevst, at tú fullførir viðgerðina fyri at verða skrásettur. Vit hava ikki hagtøl yvir, hvussu nógv eru givin í viðgerð uttan at fullføra hana.

68 persónar fingu fyri fyrstu ferð rúsviðgerð frá Blákrossheiminum í 2025.

Les alla ársfrágreiðingina 2025 her.