Hagtøl 2025 – Kynsbýti og aldur
Kynsbýti
Fleiri menn enn kvinnur fingu í 2025 viðgerð frá Blákrossheiminum. Umleið tveir triðjingar vóru menn (65%) og ein triðjingur vóru kvinnur (35%). Verður tó bert hugt eftir ambulantu bólkunum fyri avvarðandi, so síggjast fleiri kvinnur enn menn. Har eru 84% kvinnur.
Bæði í døgnviðgerðini og í ambulantu viðgerðini fyri rúsnýtsluórógv eru nógv fleiri menn, ávíkavist 82% og 72%.
Blákrossheimið skipar fyri einum ambulantum viðgerðarbólki fyri kvinnur burturav.
Í ungdómsviðgerðini, DAT Ung, er kynsbýtið púra javnt, 50% menn og 50% kvinnur.
Aldur
Miðalaldurin á teimum, sum leitaðu sær viðgerð frá Blákrossheiminum í 2025 var 36 ár. Verður bert hugt eftir døgnviðgerð, so var hann 42 ár. Miðalaldurin á teimum, sum luttóku í ungdómsviðgerðini, var 21 ár.
Les alla ársfrágreiðingina 2025 her.