Hagtøl 2025 – Psykiatrisk viðurskifti
Ein góður triðjingur av teimum, sum leitaðu sær viðgerð frá Blákrossheiminum høvdu virkið samband við psykiatriina.
44% tóku heilivág fyri sálarligar avbjóðingar. 40% høvdu ADHD, 25% tunglyndi og 15% angist. Her er talan bæði um diagnosur og ordinatión av heilivági, sum eru givnar av lækna áðrenn borgarin kom í viðgerð á Blákrossheiminum.
46% søgdu seg hava høgan til sera høgan mistrivnað, sum umfatar eyðkenni um tunglyndi, angist og einsemi.
Næstan 80% høvdu upplivað hendingar, sum kunnu kallast traumatiskar. 50% av teimum, sum hoyrdu til hendan bólk, søgdu seg framvegis vera nógv ella sera nógv ávirkað av hesum hendingum.
Í 2025 høvdu 29% av teimum, sum fingu viðgerð frá Blákrossheiminum nakað av sjálvmorðstankum. 10% stríddust nógv við teir. 18% høvdu høga til sera høga sjálvskaðandi atferð.
Les alla ársfrágreiðingina 2025 her.