Blákrossheimið byrjar ambulanta rúsviðgerð fyri kvinnur

Í august byrjar Blákrossheimið eina ambulanta rúsviðgerð, sum serliga er ætlað kvinnum, sum stríðast við rúsnýtsluórógv. Hetta er fyrsta viðgerðartilboð av hesum slag í Føroyum.

Kvinnur við rúsnýtsluórógv eru verri umboðaðar enn menn í rúsviðgerð. Tað er eitt hagfrøðiligur veruleiki. Sambært ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum fyri 2020, vóru 73% av øllum teimum, sum komu í inniviðgerð menn. Tvs. at einans 27% vóru kvinnur. Hetta umboðar væl vanliga kynslutfallið á Blákrossheiminum.

“Hagtølini eru greið,” sigur Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum. “Tað eru fleiri menn enn kvinnur í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv. Tað kann sostatt uttan iva kennast torført fyri summar kvinnur at leita sær hjálp á Blákrossheiminum.”

Tað er ikki greitt hví so nógv færri kvinnur koma í viðgerð.

“Man kann eisini loyva sær at hugsa, at tað í okkara samfelagi er meira tabu fyri kvinnur at hava rúsnýtsluórógv,” leggur Jütta Olsen aftrat. “Um hetta er so, kann tað tí vera størri skomm knýtt at trupulleikanum og verður tað fyri kvinnur torførari at leita sær hjálp.”

Útiviðgerð er smidlig og tað er ein styrki.

“Tað er lætt at fáa ambulanta viðgerð at passa inn í ein annars upptiknan gerandisdag,” greiðir Jütta Olsen frá. “Tær nýtist ikki at vera burtur frá heiminum í 6-8 heilar vikur, eins og tørvur er á, tá ið talan er um inniviðgerð.”

Blákrossheimið hevur longi ynskt at skipa fyri einum tilboðið, sum ger tað lættari fyri kvinnur at fáa hjálp fyri rúsnýtsluórógv. Eisini hava avvarðandi felagsskapir og politikkarar eftirlýst einum slíkum tilboði.

Ambulanta útiviðgerðin fyri kvinnur er staðsett í Tórshavn og er førleikamennandi og terapeutisk bólkaviðgerð eftir DAT leisti, eins og øll viðgerðin hjá Blákrossheiminum.

Hevur tú áhuga í hesum viðgerðartilboðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Blákrossheimið á telefon 770770.