Podvarpið hjá Blákrossheiminum, Datvarpið, í luftini aftur

Nýggir partar av Datvarpinum eru nú komnir eftir ein steðg.

Datvarpið er eitt podvarp, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen, viðgerði, er vertur. Bæði døgn- og ambulantu viðgerðirnar á Blákrossheiminum eru grundaðar á Dialektiska atferðarterapi, ella DAT. Ein týdningarmikil partur av DAT er førleikavenjing. Í Datvarpinum verður greitt frá DAT-førleikum á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka í gerandisdegnum.

“Ein grundleggjandi áskoðan í DAT er, at øll menniskju gera tað besta, tey megna,” fortelur Arni Zachariassen, vertur. “Men onkuntíð, so hava vit tørv á at gera tað øðrvísi og betri – og tað er tá, at førleikar og førleikavenjing kemur inn.”

Datvarpið er partur av útivirkseminum hjá Blákrossheiminum.

“Vit byrjaðu at framleiða Datvarpið tá ið korona var í hæddini og myndugleikarnir ikki mettu, at vit kundu taka fólk inn í viðgerð,” greiðir Arni Zachariassen frá. “Hvussu røkka vit so teimum, sum ikki kunnu koma inn í viðgerð, men hava tørv á hjálp? Tað var í hesum sambandi, at hugskotið um eitt podvarp kom upp at venda.”

Podvarpið er ætlað sum eitt ískoyti til klientar hjá Blákrossheiminum, bæði núverandi og fyrrverandi, men er eisini ætlað øllum teimum, sum annars hava áhuga í DAT og DAT-førleikum.

Nýggja sesongin av Datvarpinum snýr seg um kensluregulering. Tað er ikki av tilvild.

“Í løtuni er tað kensluregulering, sum ambulantu bólkarnir hjá okkum eru í holtur við,” sigur Arni Zachariassen. “Vit mettu tað vera eitt gott hugskot, at partarnir av Datvarpinum, sum koma út, snúgva seg um júst teir ítøkiligu førleikarnar, sum ambulantu bólkarnir arbeiða við.”

Hvørt førleikamodul byrjar altíð við undirvísing í uppmerksemi. Vísa sinnið, umframt Hvat og Hvussu-førleikarnir eru tí fyrstu partarnir, sum eru komnir út.

Í samband við kensluregulering eru higartil komnir tveir partar: Hin fyrri snýr seg um kensluregulering sum heild og tann seinni um hvørt kenslan passar til fakta ella ikki.

Ein nýggjur partur fer at koma hvønn mánamorgun, so leingi ambulantu bólkarnir eru í gongd við kensluregulering.

Lurta eftir Datvarpinum her.