
Nýtt skeið:
DAT – tað nýggjasta nýggja
Dagfesting
23.-24. oktobur 2025
Staðseting
Hilton Garden Inn, Tórshavn
Kostnaður
10.000 krónur
Í stuttum
2 dagar langt skeið við spennandi, nýggjum sjónarhornum og háttaløgum innan DAT.
Málbólkur
Skeiðið er ætlað sálarviðgerðum, bæði nýggjum eins væl og royndum, sum ynskja at leita sær frískan íblástur til teirra terapeutiska arbeiði.

Innihald
Dialektisk atferðarterapi broytist og mennir seg alla tíðina. DAT hevur tikið seg fram við íblástri frá skematerapi, umsorganarfokuseraðari terapi, ACT og kensluligari prosesseringsterapi – umframt at nýggj menningin eisini er farin fram innan uppmerksemisførleikar, ella mindfulness.
Hetta skeiðið snýr seg um hesi nýbrot og er tí sera viðkomandi, sama hvørjar royndir luttakarar hava.
Á skránni verður undirvísing í nýggjum hættum at venja uppmerksemi og mindfulness, sum millum annað snúgva seg um hjartalag og sinnisró. Tað, sum eyðkennir hesar nýggju venjingarhættir er, at teir serliga snúgva seg um jaliga eksponering og frákoblað uppmerksemi. Eksponering hevur annars ofta snúð seg um neiligar upplivingar í fortíðini.
Nýggir kreppuførleikar verða eisini lagdir fram, sum hjálpa klientum at handfara serliga strongdar støður and halda út í samband við bæði jaliga og neiliga kreppuatferð.
Víst verður eisini á skeiðnum, hvussu arbeiðast kann við eksponering yvir fyri kenslur av órættvísi, vreiði, vrakan og einsemi. Hetta kann hjálpa klientum betri at handfara slíkar kensluligar upplivingar í stutttíðar høpi og í longri høpi at fyribyrgja sterkum, útvirknum reaktiónum ella tilbakafalli í skaðiliga atferð av ymiskum slag.
Tá ið tað snýr seg um relatiónir eru nýggir hættir eisini komnir, har klientar kunnu venja seg at avlesa sosialar støður, smápráta og at handfara illstøður og aðrar avbjóðingar. Nógvir klientar hava tørv á at menna teirra sosialu førleikar og á skeiðnum verða hentar sosialar strategiir lagdar fram.
Í samband við misnýtslu er áherðsla í vaksandi mun løgd á eina tilgongd, har umsorgan spælir ein størri leiklut. Í hesum samband verður undirvíst í strategium innan sjálvviðurkenning og jaliga eksponering.

Undirvísari
Tað er Casper Aaen, DAT viðgerði og sálarfrøðingur, sum fer at leggja hesar nýggju viðgerðarhættirnar fram. Hann hevur skrivað bøkurnar, “Lev med dine følelser” og “Kom over dit livs traume”, umframt kapitlar í bókunum, “Psykisk sårbarhed og rusmidler”, Grundbog i kognitive metoder” og “PTSD – psykoterapeutiske metoder”.
Blákrossheimið verður eisini við á skeiðinum, har viðgerðar bæði í døgn- og ungdómsviðgerðini fara at greiða frá teirra royndum við DAT.
Á skeiðinum verður skift millum fyrilestur, framvísing og venjing.