Ársfrágreiðingin 2019 er útkomin
Ársfrágreiðingin fyri Blákrossheimið í 2019 er nú komin út. Hon er handað nevndini nevndini fyri Blákrossheimið og Heilsumálaráðnum.
Í innganginum sigur Jütta Olsen, leiðari, soleiðis:
Á Blákrossheiminum ynskja vit at hjálpa menniskjum, sum eru komin soleiðis fyri í lívinum, at rúsurin setur dagskránna. Okkara mál er, at tey, sum koma til okkum, skulu fáa møguleika at kunna liva tað góða lívið. Tað er so nógv í lívinum, sum kann verða trupult fyri hvønn einstakan, har rúsandi evni eisini eru týðandi partur av heildarmyndini. Hesir trupulleikar kunnu loysast, og okkara royndir vísa, at mong menniskju fáa hjálp at fóta sær aftur eftir viðgerð á Blákrossheiminum.
Í Ársfrágreiðingini verða viðgerðartilboðini á Blákrossheiminum lýst. Serliga verður nærri greitt frá um hvussu DAT eyðkennir dagligu viðgerðina á Blákrossheiminum, og um hvussu ungdómsviðgerðin, DAT ung, er skipað. Hagtøl eru eisini í ársfrágreiðingini um m.a. hvørji rúsandi evni, tey, sum hava leitað sær viðgerð á Blákrossheiminum, eru bundin av, kynslutfall, aldursbýti og viðgerðartíttleika.
Um framtíðarútlitini á Blákrossheiminum, sigur Jütta Olsen:
Vanliga virksemið á Blákrossheiminum verður alla tíðina ment, har vit brúka nýggja vitan og gransking innan viðgerð fyri rúsnýtsluórógv soleiðis, at viðgerðin altíð verður hildin á einum fakliga høgum støði.
Ársfrágreiðingin 2019 kann takast niður her.