Blákrossheimið er flutt í nýggj hølir í Tórshavn

Fyri góðari viku síðani, var móttøka hjá Blákrossheiminum ísamband við at DAT ung flutti í nýggj hølir í Havn. DAT ung hevur hildið til í Kongagøtu, saman við “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” í hølum hjá Bláa Krossi. Av tí at virksemið “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” støðugt veksur, var neyðugt við meira plássi.

Leitað varð tí eftir øðrum hølum, sum kundu hýsa ungdómsviðgerðini. Hetta eydnaðist og eru vit flutt inn í nýggj hølir á miðhæddini, í sama bygningi har Hoyrnin heldur til. Umstøðurnar er góðar, hølini eru ljós og rúmlig og væl egnað til okkara virksemi. Hølini verða brúkt til ungdómsviðgerðina, men ætlanin er at tey eisini koma at hýsa DAT eftirviðgerðini og DAT familjuviðgerðini, sum Blákrossheimið kemur at bjóða út í komandi ári.

Móttøkan var fyri starvsfólkum á Blákrossheiminum og starvsfólkum í Bláa Krossi annars. Starvsfólk hjá Megna títt lív, sum koma at húsast á ovastu hædd í sama bygningi, stukku eisini inná gólvið at heilsa uppá. Sí myndir niðanfyri