Blákrossheimið fingið játtan til ungdómsviðgerð
Blákrossheimið fer í heyst 2017, at bjóða ambulanta viðgerð til ungar misnýtarar ímillum 15 og 18 ár.
Á Blákrossheiminum hevur leingi verið ynski um, at kunna geva ungum misnýtarum eitt serligt tilboð um viðgerð. Meirilutin av búfólkunum á Blákrossheiminum er eldri enn 29. Í 2015 vóru einans 4% búfólkunum, ella 5 fólk ítøkiliga, ímillum 20-29 ár. Eingin var undir 19 ár. Í 2014 vóru tað 7 ímillum 20-29. Men hóast hetta hava starvsfólk á Blákrossheiminum, onnur, sum arbeiða við ungum og ikki minst avvarandi sæð ein tørv á einum serstøkum viðgerðartilboði til ung.
Í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum fyri 2015 stendur soleiðis:
Tey ungu kenna seg rímiliga væl á Blákrossheiminum, men tað kann tó verða trupult hjá teimum at vera saman við “gomlum” rúsdrekkamisnýtarum. Av hesi orsøk eru tað nøkur, sum fáa tilboð um útiviðgerð, tí vit vita, at inniviðgerð ikki altíð er nøktandi fyri tey. Ynskiligt hevði tí verið, um eitt serstakt viðgerðartilboð var fyri ung, og hava vit eisini fleiri ferðir gjørt vart við hetta hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Tey ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevnini, sum t.d. hash, amfetamin, kokain, heroin og onnur narkotisk evnir saman við rúsdrekka. Hetta ger, at tað aloftast er truplari at fáast við, og tekur longri tíð at viðgera. Okkara starvsfólk hava nomið sær meira fakliga vitan innan hetta økið, og vit hava eisini fleiri royndir við at viðgerða ung.
Viðgerðin verður ambulant, tvs. ikki á Blákrossheiminum, men eftir ætlan í Tórshavn. Ætlanin er, at tveir viðgerðarbólkar skulu setast á stovn og møtast einaferð um vikuna. Pláss er fyri 8 luttakarum í hvørjum bólki. Hvør einstakur luttakari fær eisini regluligar samrøður við sálarfrøðing ella sálarviðgerða. Fyrstu átta vikurnar er eitt byrjanarmodul. Eftir tað er ein støðusamatala við brúkara, foreldur/verja og viðkomandi myndugleikar. Síðani eru trý modul á 16 vikur. Støðusamtala er eftir hvørt modul.
DAT-viðgerðarhátturin verður nýttur uttanlands bæði til ung og vaksin. Millum annað í Danmark og í USA hava tey góðar royndir av hesum viðgerðarháttinum til ung. Øll starvsfólkini á Blákrossheiminum eru í løtuni í gongd við at taka útbúgving innan DAT-viðgerð.
Upprunaliga søkti Blákrossheimið um 2,57 mió. krónum, sum er metti árligi kostnaðurin av ungdómsviðgerðini. Ætlanin var, at byrja ungdómsviðgerðina 1. august í 2017. Endaliga vórðu 800,000 krónur játtaðar.
“Vit eru sera glað fyri teir pengarnar, sum vit hava fingið,” sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. “Viðgerðin fer at byrja eitt sindur seinni í heyst og tað fer upphæddin, sum er minni enn hon, vit upprunaliga søktu um, at vera nóg mikið til. Men skal viðgerðin halda á í 2018 og vera alt árið, sum tørvur er á, so fara vit at hava tørv á fleiri pengum.”
“Vit vóna, at fáa eina tilsvarandi størri játtan í næsta ár,” sigur Olga Magnussen. “Hesum fara vit at arbeiða fyri.”