Blákrossheimið skipar fyri familjuskeiði í oktober

Blái Krossur leggur seg ikki einans eftir at hjálpa teimum við beinleiðis trupulleikum av rúsdrekka. Væl vitandi um, at rústrupulleikar hava eina ávirkan á meira enn bert persónin, ið drekkur, ynskir Blái Krossur eisini at bjóða hjálp til avvarðandi, ið líða av rústrupulleikunum hjá einum av sínum nærmastu.
Vilt tú gera upp við tína fortíð? Sleppa undan trupulleikunum, sum hava tyngt teg gjøgnum lívið, og koma viðari? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Á skeiðunum siga fólk frá lívi sínum sum avvarðandi og verða fyrilestrar hildnir við sálarfrøðingum, ráðgevum og prestum. Skeiðið er skipað við fyrsta parti sum 2-daga skeið og síðan við 4 uppfylgjandi døgum ella kvøldum.
Komandi skeið verður 29.- 31. oktober 2015. Kostaður fyri skeiðið er kr. 700,-. Skeiðstilfar og matur er íroknað kostnaðin. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 22. oktober kl. 12.
Tilmelda og gjald fyri familjuskeiðið her.
Meira um skeiðið kann lesast við at taka pdf-fíluna niður her. Um tú hevur spurningar, kanst tú altíð ringja til Blákrossheimið á tlf. 770 770.